Nú verður eingin Sandoyartunnil

Ætlanin at gera Sandoyartunnil hevur fingið mønustingin, stúrir Gerhard Lognberg fyri

- Ætlanin at gera Sandoyartunnil hevur fingið mønustingin.

 

Tað stúrir Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, stórliga fyri.

 

Nú er púra greitt, at ætlanin um ein privatan Eysturoyartunnil, er slept.

 

Somuleiðis liggur í kortunum, at tunnilin verður antin almennur, ella verður talan um eitt felag við almennum og privatum pengum.

 

- Verður Eysturoyrtunnilin almennur, eri eg sannførdur um, at vit fáa ongan tunnil í Sandoynna, tí tað hevur landið ikki ráð til, sigur Gerhard Lognberg.

 

- Ein privatur Eysturoyartunnil er fortreytin fyri, at tað almenna kann gera ein Sandoyartunnil, leggur hann afturat.

 

Hann hevur ikki serliga stórt álit á, at Eysturoyartunnilin fer at kasta so nógv av sær, at avlopið kann rinda ein heilan Sandoyartunnil.

 

- Ongantíð betur um so var, men eg vænti tað ikki. Eg havi eisini sæð tøl sum vísa, at Eyturoyartunnilin kastar ikki eina krónu av sær fyrrenn fleiri ár eftir at hann er liðugur.

 

Gerhard Lognberg er eisini í døpurhuga av, at ætlanin nú er at gera Eysturoyartunnilin fyrst og síðani Sandoyartunnilin.

 

- Tað gongur so skjótt aftur á í Sandoy, at skulu vit ikki fara undir Sandoyartunnilin fyrrenn um eini seks ella átta, ár er einki at  gera hann til yvirhøvur, tí tá er ov seint, sigur Gerhard Lognberg.