Nú verður dýrari at keypa hús og jørð

Andstøðan sigur, at samgongan sníkir ognarskatt inn á føroyingar

Tá ið hús, og onnur føst ogn, verður keypt ella seld, skal hon tinglýsast fyri at staðfesta ognarskapin og tær treytir, sum annars eru galdandi í sambandi við ognina.

 

Higartil hevur tað kostað 1000 krónur, umframt eitt hálvt prosent av virðinum á ognini, at tinglýsa hana

Tað merkir, at eini hús, sum kosta 2.500.000 krónur at keypa, kosta 12.600 krónur at tinglýsa.

Men nú hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at tvífalda gjaldið.

Av tí sama fer tað hereftir at kosta 1000 krónur, umframt eitt prosent av virðinum á ognini at tinglýsa hana.

Sostatt fer tað ikki longur at kosta 12.600 krónur at tinglýsa eini hús, sum verðða keypt fyri 2.500.000 krónur, tí nú fer tað at kosta 26.000 krónur.

Hetta verður eisini galdandi, táið ognarfyrivarni verður tinglýst í bilum og øðrum leysafæið, men er talan um arv, verður onki avgjald rindað.

 

Kristina Háfoss ásannar, at endamálið við hesum er at økja um inntøkurnar hjá landskassanum.

 

Til hetta endamálið er tinglýsingaravgjaldið væl hóskandi, tí talan er um eina støðuga skattakeldu, sum er rættiliga neutralur, har lønarskattur ávirka búskapin í nógv størri mun.

 Hetta er eisini eitt gjald, sum tey flestu bara rinda nakrar fáar ferðir í lívinum. Og tá ið gjaldið er ásett eftir virðinum á ognini, verður meiri goldið, dýrari ognin er, og sostatt er eitt ávíst samhaldsfesti er í hesum.

 

Kristina Háfoss vísir á, at í Noregi er tinglýsingargjaldið 2,5% av virðinum, og í Danmark er tinglýsingargjaldið á fastogn á 0,6% av søluupphæddin og  skulu veøbrøv tinglýsast, er tað 1,5% av veðupphæddini. Men har hava tey so eisini ognarskatt.

Hinvegin heldur Fólkaflokkurin, at hetta er nettupp ein roynd hjá samgonguni at sníkja ognarskatt inn á føroyingar.