Nú verða prísirnir fyri at búgva á ellis- og røktarheium, og øðrum bústovnum, hækkað.
Tað hevur Kommunufelagið samtykt. Stýrið fyri Kommunufelagið hevur havt fund, og nú heimildin at áseta gjøldini er løgd til kommunurnar, er stýrið samt um, at tað besta er, at gjaldið er tað sama um alt landið.
Ein partur av eldraøkinum verður fíggjað við egingjøldum frá teimum, sum hava búpláss, men eisini við egingjaldi frá teimum, sum eru til umlætting og hava ymsar tænastur í heiminum. Hesi gjøldini hava verið óbroytt síðani 2014, sigur Kommunufelagið.
Hesi næstu 40 árini vera vit næstan tríggjar ferðir fleiri fólk yvir 80 ár, og longu um 20 ár er talið tvífaldað, úr umleið 2.350 fólkum, sum tað er nú, upp í umleið 4.500 fólk, sigur Kommunufelagið.
Tað er væntandi, at umleið fjórðahvørt fólk fær tørv á røktarheimsplássi. Hesum varð ikki lagt upp fyri , tá ið eldraøkið varð lagt undir kommunurnar í 2014, tí ongir pengar fylgdu tá við til íløgur, sigur Kommunufelagið.
– Bara fyri at halda verandi tænastu mugu vit gera ómetaligar stórar íløgur í eldraøkið hesi næstu nógvu árini, sigur Kommunufelagið.
– At tað verða fleiri búfólk á røktarheimunum, fer eisini at leggja trýst á raksturin, og tí mugu vit tryggja eitt rímiligt samsvar ímillum tað, sum fólk hava at liva av og tað sum tænastan kostar, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.
Síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar eru lønirnar til røktarstarvsfólkini hækkaðar umleið ein fjórðing. Samstundis fær miðal fólkapensjónisturin í dag ein triðing meira um mánaðin í pensjón enn hann fekk tá ið gjøldini seinast vóru ásett.
– Í sama tíðarskeiði hava gjøldini staðið í stað. Semja er tí um at hækka gjøldini 15 prosent, ella nakað væl minni enn lønarvøksturin, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Lægsta gjaldið fyri búpláss hækkar úr 5.686 krónum, upp í 6.561 krónur um mánaðin, og hægsta gjaldið fer úr 10.538 krónum, upp í 12.150 krónur. Lægsta gjaldið er fyri fólkapensjónist, við eini eyka inntøku, sum er undir 50.000 krónur um árið, og síðani hækkar gjaldið so líðandi fyri hvørjar 5.000 krónur, viðkomandi hevur í inntøku, upp til 290.000 krónur.
– Gjøldini koma neyvan nakrantíð at fíggja stórt meira enn ein tíggindapart av eldraøkinum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Men vit hava leingi víst á, at tey mugu fylgja við vanligu gongdini í samfelagnum, leggur hann afturat.
Stýrið kom eisini ásamt um at mæla til egingjaldið fyri umlætting og heimahjálp hækkar tað sama soleiðis at lutfallið millum ymsu gjøldini verður tað sama sum í dag.
At enda samdist stýrið eisini um at seta ein felags arbeiðsbólk, sum á hvørjum ári skal koma við uppskotum til dagføring av gjøldunum.
– Hvørt eldraøki er sítt egna, og tí er ikki álagt nøkrum at fylgja okkara uppskoti, sigur Tórbjørn Jacobsen. Men hetta stýrið er samt um, at vit eiga at leggja ein felags leist fyri 2023 og arbeiða fyri einum felags leisti fyri komandi ár eisini, sigur hann.
Nýggju gjøldini verða sett í verk frá 1. apríl í ár.