Nú verður djúpt í Vági

Tað gongur væl í arbeiðinum at seta upp langhylin í Vági

Hesa vikuna hava sjálvboðin arbeitt við at seta 50 metra hylin upp í nýggja vælverudeplinum í Vági.

 

Á heimsíðuni hjá svimjihøllini verður skrivað, at tey hava sett síðurnar upp í grynra partinum av hylinum, og tað nú verður farið út á djúpa partin.

 

Alt tilfarið til síðurnar í hyljunum er komið, og í morgin verður farið undir at døma bingjurnar, sum hetta stendur í, verður skrivað á heimasíðuni, svimjihollin.com.