Fyrr í vár samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av einum tilboði uppá byggingina av nýggjum býráðshúsi. Avgjørt varð at taka av tilboðnum frá KBH. Mett verður, at samlaði kostnaðurin verður 19,3 milliónir krónur.
Í síðstu viku varð so sáttmálin undirskrivaður, og eftir ætlan fer arbeiðið í gongd beinanvegin. Sambært tíðarætlanini skal býráðshúsið verða klárt at taka í nýtslu um ársskiftið 2016/2017.
Bygningurin verður 698m2 til støddar, og skal eftir ætlan samansjóða alt tað politiska og fyrisitingarliga virksemi hjá kommununi.