Nú verður bíligari hjá barnafamiljum í Havn

Men skattaprosentið verður ikki lækkað

Næsta ár verður tað eitt sindur bíligari at hjá barnafamiljum í Tórshavnar Kommunu. Tað er greitt, nú býráðið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

 

Skattaprosentið í Havn er 19 prosen og barnafrádrátturin er 8.000 krónur. Men nú hevur býráðið samtykt at hækka barnafrádráttin 1.000 krónur næsta ár, upp í 9.000 krónur. Skattaprosentið verður kortini tað sama.

 

Tað kostar seks milliónir at hækka barnafrádráttin seks milliónir og tær verða tiknar av játtanini til langhylin, tí har loypa pengar av í ár.

 

Annars vóru eisini uppskot frá býráðslimum í minnilutanum um at lækka skattaprosentið eitt hálvt prosent, men tað fall, og eitt uppskot um at hækka barnafrádráttin upp í 10.000 krónur, fall eisini.