Nú verður arbeiðstíðin stytt. Tað stendur í nýggja samgonguskjalinum. Nýggja samgongan sigur, at framskrivingar vísa, at hesi næstu árini verður tað tørvur á væl meiri av starvsfólki á umsorganarøkinum. Samstundis eru lønirnar á júst hesum økjum so lágar, at tað er trupult at fáa nóg nógv fólk.
– Tí vil samgongan tryggja teimum lægst løntu bólkunum á hesum økjum eitt lønarlyft, eins og skattastigin verður broyttur fyri at økja arbeiðsútboðið, sigur samgongan.
Samstundis verður arbeiðsvikan stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna ein tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Samstundis verður arbeiðsvikan skipað við lóg.
Harafturat skal almenni arbeiðsmarknaðurin skipast soleiðis, at møguleikin at arbeiða fulla tíð kann tryggjast.
Arbeiðast skal støðugt við at skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað, har fólk við skerdum arbeiðsførleika hava møguleikar, og umstøður, at virka.
Arbeiðsloysisskipanin verður endurskoðað og kann styrkjast sum ein arbeiðsmarknaðardepil fyri eitt skipað trípartasamstarv og skal fremja smidligari og meira tíðarhóskandi arbeiðsmarknaðarskipanir.
Barsilsskipanin verður broytt til eina smidligari skipan, har til ber hjá foreldrum at leggja barsilstıðína til rættis eftir egnum ynski og tørvi.
Føroyingar skulu hava somu sømdir við vıḱjandi arbeiðstímum og øðrum sum útlendingar, ið fáa arbeiðs - og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Útlendingar skulu kunnast gjølla um rættindir og skyldur, hava smidliga atgongd til at læra føroyskt sum annaðmál og vera betur tryggjaðir á arbeiðsmarknaðinum.