Nú verður arbeiðið sett í gongd

Tað eru settar 3 milliónir av á fíggjarætlanini fyri 2024 til arbeiðið at knýta Tvørgarðsgøtu við Ápramsveg

Eggaba Andreasen frá Grevstur og planering og Bjarni Prior, borgarstjóri

Verkætlanin at samanbinda Ápramsveg við Tvørgarðsveg er ein gomul verkætlan, men nú verður arbeiðið sett í gongd. Sáttmáli varð í dag undirskrivaður á býráðsskrivstovuni millum Vága kommunu og fyritøkuna Grevstur og planering v/Eggaba Andreasen.

 

Verkætlanin við Ápramsvegi er ein 2-1 vegur, sum er uml. 400 metrar langur við eini betongbrúgv tvørtur um Hýsisá. Harumframt verða gjørd nýggj regnvatns inntøk á ovaru síðu og gøtuljós verða somuleiðis sett upp á ovaru síðu. Harafturat verður gøta gjørd inn til Húsagarð.

 

Tað eru settar 3 milliónir av á fíggjarætlanini fyri 2024 til arbeiðið at knýta Tvørgarðsgøtu við Ápramsveg. Mett verður at arbeiðið fer at taka uml. 10 mánaðir. 

 

Eggaba Andreasen frá Grevstur og planering og Bjarni Prior, borgarstjóri