– Hetta verður av fleiri mett sum eitt upplagt høvi at royna ymsar matstovur, og sum ein góð orsøk at fara út til ein betri bita, har øll kunnu vera við, sigur Sonja Johannesen frá Visit Tórshavn, ið er samskipari av Matstovudøgunum.
Matstovudagarnir vóru tó longu skotnir í gongd hósdagin 29. januar kl. 12, tá bíleggingarskipanin til tær ymsu matstovurnar lat upp.
“Fólk sótu klár við knøttarnar og tað gekk skjótt fyri seg við bíleggingunum, serliga til vikuskifti. Men tó so, so ber enn til at fáa pláss til vikuskifti á nøkrum matstovum.
– Í ár fellur Valentin dagurin, sum er leygardagin 14. februar, við Matstovudøgunum, og síggja vit, at hetta er ein dagur, sum fleiri og fleiri taka til sín og nýta sum eitt gott høvi at bjóða makanum ella onkrum øðrum, ið man er góður við, út til ein betri bita, greiðir Sonja frá.
##med2##
Spurd hvussu ein skal gera, um ein vil royna eina ella fleiri matstovur, greiðir Sonja frá “Tú fert inn á heimasíðuna matstovudagar.fo, velur ta matstovuna, tú vilt royna og trýstir á bíleggingarknøttin og velur nær, tú vilt hava eitt borð og til hvussu nógv, so tað er lætt og ómakaleyst.” Sonja leggur afturat, at tað ber til at síggja allar matskráirnar á heimasíðuni, og eru ivamál við eini bílegging, so er bara at venda sær til tí ávísu matstovuna, ein hevur bílagt frá.












