Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, bjóðar nú øllum hjartaliga vælkomnum á tiltakið, Torradagar í Klaksvík, sum verða í døgunum, 21.-25. februar.
- Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður, og tað eru vit errin av. Eg fegnist tí eisini um, at kommunan og mentanar- og vinnulívið gjøgnum árini hava ment tiltøk, sum annaðhvørt stuðla undir hesa yvirskrift ella víðka hesa allýsing.
Tað sigur Karl Johansen í dag.
- Við at halda lív í tiltøkum, sum seta sjóneyku á fiskivinnu og siðir á sjónum fyrr og í dag, so verður vitanin um tilfeingið varðveitt og ment. Hetta hevur stóran týdning fyri ein fiskivinnuhøvuðsstað, sum eisini er í støðugari menning.
Karl Johansen heldur ongan iva vera um, at flestu føroyingar nú vita, at torradagar verða markeraðir í Klaksvík.
- Torradagar vóru fyrstu ferð á skrá í 2007 og hevur hendan vikan í februar havt alskyns innihald, har snúningsásin tó altíð hevur verið fiskivinnan.
Á hvørjum ári hevur verið skipað fyri fyrilestrum um eitt nú torrafisk og torrahald. Eisini hevur politiska fiskivinnukjakið verið ein týðandi táttur, sum aloftast savnar nógv fólk.
- Tað er mín vón, at torravikan í ár aftur verður væl vitjað, tí skráin er bæði rúgvismikil og áhugaverd. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Skráin fyri alt torratiltakið í Klaksvík kann lesast um heimasíðuna - www.klaksvik.fo










