Komandi kappingarár í bundesliguni vera tríggir hoyvíkingar og føroyskir landsliðsleikarar at síggja í teimum stóru týsku hallunum.
Longu nú er Elias Ellefsen á Skipagøtu í THW Kiel og Hákun West av Teigum er í Füchse Berlin.
Komandi kappingarár fer Vilhelm Poulsen, ið hevur klárað seg væl í bestu donsku deildini við Lemvig-Thyborøn, og í bestu íslendsku deildini við Fram at tørna út fyri TSV Hannover-Burgdorf
Montenegrianarin, Branko Vujovic hevði upprunaliga sáttmála við TSV Hannover-Burgdorf til summarið 2025, men ynskti at vera loystur úr honum. Tí handlaðu tey skjótt í TSV Hannover-Burgdorf og fingu Vilhelm Poulsen knýttan at felagnum.
Christian Prokop sum skal vera høvuðsvenjari hjá TSV Hannover-Burgdorf heldur Vilhelm hevur eyðsýndar dygdir í verju og í álopspælinum, og hann væntar sær nógv av samstarvinum við Vilhelm, sambært heimasíðu felagsins.
TSV Hannover-Burgdorf er í løtuni nummar seks í bundesliguni við 36 stigum. Teir hava fimm stig upp til Melungen, ið er á fimta plássinum sum gevur atgongd til EHF European League við lokið kappingarár.
Jóhan á Plógv Hansen spældi við TSV Hannover-Burgdorf millum 2020 og 2022.