Nú vendist ikki aftur hjá ÍF

1. DEILD: Vágamenn møttu ikki upp í Fuglafirði, tí teir megnaðu ikki at manna lið

Mynd: ÍF

Ástøðiliga er ein evarska lítil møguleiki fyri, at tað ikki verður veruleiki, og fuglfirðingarnir, sum í kvøld hava eydnuhjól fyri felagið, kanna sær ikki bitan, áðrenn hann er svølgdur.

 

Men nú vendist ikki aftur: Steðgurin hjá ÍF í næstbestu deildini á hesum sinni verður bara eitt  ár. Í fjør fluttu fuglfirðingar niður úr bestu deildini, og nú er tað mest sum avgjørt, at ÍF í 2023 aftur verður í bestu deildini.

 

Sambært skránni skuldi ÍF í dag hitta næstbesta liðið hjá 07 Vestur heima í Fløtugerði, men vágamenn megnaðu ikki at manna lið. Sambært dystir.fo er dysturin útsettur, men ÍF formaðurin Georges Rouah sigur, at 07 Vestur møtti ikki til dystin, sum ÍF harvið hevur vunnið 3-0 uttan at spæla.

 

Tað er langt síðani greitt, at 07 Vestur er flutt niður úr 1. deild. Samlaða úrtøkan hjá ÍF er nú 52 stig. ÍF er topplið í næstbestu deildini, og nú tað resta trý umfør eru tað 9 stig aftur til B71, sum er á fjórða plássi. Málmunurin hjá ÍF er +21. Á øðrum plássi er TB við 51 stigum, næstbesta liðið hjá Víkingi er á triðja plássi við 46 stigum, og B71 er á fjórða plássi við 43 stigum. Málmunurin hjá B71 er +21.

 

Í trimum teimum síðstu umførunum er skráin hjá ÍF tríggjar teir næstu leygardagarnar: Undrið FF (h), TB (ú) og B71 (h).

 

-

 

ÍF241643523152
TB241635673551
Víkingur241446713946
B71241347502943
2413110564040
Undrið FF241239433539
HB249312415230
B36246612405224
NSÍ243615298115
07 Vestur24022220752

 

 

 

Mynd: ÍF