Nú veksur fólkatalið í Skálavík

- Vit fegnast um ein fólkavøkstur seinasta árið á heili 18,7 prosent, siga tey í Skálavíkar kommunu

- Tað er at gleðast um, at Skálavík er millum tær kommunur í Føroyum, sum hevur stóran fólkavøkstur.

 

Soleiðis siga tey í Skálavíkar kommunu, har tey hava samanborið fólkatalið 1. desember 2023 við fólkatalið 1. desember 2024.

 

- Hin 1. desember í 2023 vóru vit 123 fólk í kommununi, men í dag eru vit 159.

 

Í Skálavík vísa tey á, at fólkavøksturin í hesum tíðarskeiði hevur verið heili 18,7 prosent.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at fyrr í heyst stóðu tær 10 leiguíbúðirnar lidnar, sum Mark hevur bygt í Skálavík.