Nú taka bretar undir við ES

Í Bretlandi verður roknað við, at fólkaatkvøða um ES limaskapin verður hósdagin 23. juni

Leingi hava kanningar víst, at tað hevur verið hips um haps, hvussu bretar hava tikið undir við bretska ES limaskapinum, og í onkrari kanning hevur tað víst seg at vera meiriluti fyri, at Bretland skal taka seg úr ES.

Hetta hevur vaks ans í Brússel og eisini í stjórnarskrivstovunum í London. David Cameron gav undan síðsta parlamentsvali lyfti um, at bretar í seinasta lagi í 2017 á bindandi fólkaatkvøðu skulu fáa høvi at geva sína áskoðan um ES limaskapin til kennar.

 

Í gjár visti borgarliga Daily Mail at siga frá nýggjari veljarakanning, sum vísir, at nú er greiður meiriluti fyri framhaldandi bretskum ES limaskapi. 54 prosent av teimum spurdu siga seg vera fyri, at Bretland framvegis skal vera partur av ES familjuni, 36 prosent eru ímóti, og 10 prosent siga seg ikki vita, um tey eru fyri ella ímóti.

 

Bretland hevur leingi samráðst við ES myndugleikarnar um nýggjar treytir fyri bretska ES limaskapinum. Daily Mail sigur seg vita, at gongst tað, sum forsætismálaráðharrin ætlar, so verður nýggjur sáttmáli undirskrivaður á ES toppfundinum 19. februar. Ein av stóru spurningunum hjá bretum er, hvussu nógvir borgarar úr øðrum ES londum skulu hava rætt til vælferðartænastur í Bretlandi.

Daily Mail sigur seg vita, at ætlanin er at halda fólkaatkvøðu hósdagin 23. juni.

 

Í síðstu viku segði Tony Blair, fyrrverandi forsætismálaráðharri, seg rokna við, at tað er góður møguleiki fyri, at Skotland fer at loysa frá Bretlandi, um tað á fólkaatkvøðuni verður meiriluti ímóti bretskum ES limaskapi. Skotar eru meiri ES sinnaðir enn bretar yvirhøvur eru tað.

Á fólkaatkvøðuni skal krossur setast við annan av hesum spurningunum:

Halda fram sum limur í ES.

Fara úr ES.