Nú stríðast tær aftur innanhýsis

FM favorittarnir í kvinnukappingini skulu í kvøld spæla torføran útidyst ímóti HB

Síðstu vikuna hava bestu spælararnir í kvinnukappingini í fótbólti staðið saman í stríðnum við stóra mótstøðu. Eftir 7-2 tap á heimavølli ímóti Skotlandi fyri viku síðani, var úrslitið í Pólandi hósdagin 6-0 tap.

Í dag eru bestu føroysku spælararnir aftur á ymiskum liðum. Tríggir dystir eru á skránni. Toppliðið EBS/Skála heldur frí í dag, meðan FM favorittarnir í KÍ í kvøld skulu suður í Gundadal at dystast ímóti HB, sum hevur tryggjað sær bronsukrónurnar.

Kappingin endar 12. oktober. Umframt HB skal KÍ spæla ímóti AB og ÍF. Støðutalvan sigur, at størsta avbjóðingin verður tann í dag, tá ið tvífaldi málskjúttin í landsdystinum ímóti Skotlandi fyri viku síðani Heidi Sevdal og HB taka ímóti í Gundadali.

Longu á middegi verður grannauppgerð millum Víking og ÍF, og 1. hálvleikur millum B36 og ÍF verður liðugur í Gundadali, tá ið fyrsta bríkslið verður á grannavøllinum millum HB og KÍ. 

 

Víkingur-ÍF: Tóki Høghamar kl. 12.30

B36-AB: Milan Cimburovic kl. 18.15

HB-KÍ: Elsa Andreasen kl. 18.00

 

Støðan

EBS/Skála 42

KÍ 40

HB 28

B36 23

ÍF 12

AB 5

Víkingur 5

HB hevur spælt 14 dystir, EBS/Skála og Víkingur hava spælt 16 dystir, og hini liðini hava spælt 15 dystir.