Í vetur hava fólk á Sandoynni tikið stig til at stovna eitt badmintonfelag fyri oynna.
Felagið hevur fingið navnið SBF – Sandoyar Badmintonfelag.
Tað eru longu umleið 40 børn og vaksin, sum íðka badminton aktivt í oynni. Formaðurin í felagnum Eivind Kolden sigur, at fyribils venja tey hvønn týsdag. Umboð fyri Badmintonsamband Føroya hava verið og vitjað nýggjasta felagið og vóru tey yvirraskaði av góðu umstøðunum og stóra luttøkutalinum, sum longu er og í felagnum, sum má sigast at vera sera gott, tá hugsað verður um fólkatalið í oynni.
Badminton er ein ítróttargrein, sum hóskar væl, har fólkagrundarlagið ikki er so stórt, hetta tí at kravið ikki er um liðuppstilling sum í fleiri øðrum ítróttargreinum.
Næsta sum verður gjørt, er at innlima felagið í BSF.
Í næstum verður venjaraskeið hildið fyri øll feløgini. Umboð fyri SBF verða helst við til hetta venjaraskeiðið. Ætlanin er eisini, at onkrir venjarar fara suður inn í millum at hjálpa til við venjingini.
Limaføligini undir BSF eru: ÍF-badminton – VÍF-badminton – MBF – KBF og HBF, hesi 5 feløgini hava øll ymsar kappingar ígjøgnum veturin. Komandi kappingarár kemur SBF nokk eisini at skipa fyri onkrum kappingum.