Punkbólkurin Joe & The Shitboys spælir næstu dagarnar fimm konsertir í Onglandi.
Fyrsta konsertin verður í Leicester í annaðkvøld, og síðani heldur konsertferðin fram í Guildford, Bedford, Stafford og endar á Moth Club í London leygarkvøldið.
Í november kom útgávan The Reason For Hardcore Vibes (Again). Kendi rocksangarin Iggy Pop hevur nakrar ferðir spælt sangir hjá Joe & The Shitboys í sínari útvarpssending á BBC og róst bókinum. Joe & The Shitboys skal eisini seinni í ár hava framførslur í Onglandi.











