Í dag vóru tríggir dystir í triðja umfari í kvinnudeildini. Tann fjórði – millum 07 Vestur og TB/FCS/Royn – varð spældur í gjár, tá ið 07 Vestur vann 3-0. Hetta var annar sigurin hjá 07 Vestur í ár. Suðringarnir hava tapt allar tríggjar dystirnar. Á hugaligu kontuni hjá suðringum er, at hetta var væl minni tap, enn tey bæði undanfarnu hava verið.
Mona Poulsen var fyri aðru ferð í ár málskjútti, Eir Randrup, sum í 2021 spældi við TB/FCS/Royn, var fyri fyrstu ferð málskjútti í bestu deildini, og Evelin Mastropasqua skoraði fyri fyrstu ferð í ár. Í fjør skoraði hann 12 mál fyri 07 Vestur.
Í Sarpugerði klækkaði Víkingur beinanvegin KÍ, tá ið landsliðsspælarin Mona Rasmusardóttir longu í fyrsta minutti legði heimaliðið á odda. KÍ fótaði sær og vann 5-1. Dagsins spælari hjá KÍ í dag var Tóra Mohr, sum skoraði hattrikk, tá ið hon í 21. minutti javnaði til 1-1, og so legði KÍ á odda 2-1 og 3-1 í 31. og 71. minutti. Eyðvør Klakstein og Durita Hummeland staðfestu 5-1 sigurin, sum ber við sær, at KÍ nú er einamalt oddalið við fullari úrtøku.
Undan hesum umfarinum høvdu KÍ og NSÍ 6 stig í part. Í dag hevði NSÍ vitjan av HB, sum fyri fyrstu ferð í ár royndi seg í landskappingini. Mirjam Huneck var fyri aðru ferð í ár málskjútti, tá ið hon tíðliga í fyrra hálvleiki legði heimaliðið á odda, og miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði HB, tá ið Elin Maria Isaksen umsetti brotsspark til 1-1.
Um eina viku verður toppdystur, tá ið NSÍ verður gestur í Klaksvík.
Í Gundadali vann B36 trivaligan 4-0 heimasigur ímóti EBS/Skála, sum eftir tveir dystir einki stig hevur vunnið. Hetta var ársins fyrsti sigur hjá B36. Elsa Splidt Jacobsen var tvífaldur málskjútti. Hetta vóru fyrstu málini hjá henni í bestu deildini síðani 12. juli í 2020, tá ið hon í 3-2 tapi í Klaksvík skoraði annað B36 málið, veit faroesoccer.com at siga. Hini málini í dag skoraðu liðformaðurin Olga Kristina Hansen og Livyan Silva, sum í fjør var toppskjútti hjá B36 við 15 málum. Hetta var fyrsta málið hjá henni í ár.
22. apríl
07 Vestur – TB/FCS/Royn 3-0 (2-0)
1-0: Mona Poulsen 30.
2-0: Eir Randrup 35.
3-0: Evelin Mastropasqua 65.
23. apríl
Víkingur – KÍ 1-5 (1-2)
1-0: Mona Rasmusardóttir 1.
1-1: Tóra Mohr 21.
1-2: Tóra Mohr 31.
1-3: Tóra Mohr 71.
1-4: Eyðvør Klakstein 74.
1-5: Durita Hummeland 79.
NSÍ – HB 1-1 (1-0)
1-0: Mirjam Huneck 12.
1-1: Elin Maria Isaksen br 67.
B36 – EBS/Skála 4-0 (2-0)
1-0: Olga Kristina Hansen 6.
2-0: Elsa Splidt Jacobsen 9.
3-0: Elsa splidt Jacobsen 53.
4-0: Livyan Silva 74.
| KÍ | 3 | 3 | 0 | 0 | 18 | 1 | 9 |
| NSÍ | 3 | 2 | 1 | 0 | 15 | 1 | 7 |
| 07 Vestur | 3 | 2 | 0 | 1 | 8 | 5 | 6 |
| B36 | 3 | 1 | 1 | 1 | 6 | 4 | 4 |
| HB | 1 | 0 | 1 | 0 | 1 | 1 | 1 |
| Víkingur | 2 | 0 | 1 | 1 | 3 | 7 | 1 |
| EBS/Skála | 2 | 0 | 0 | 2 | 2 | 9 | 0 |
| TB/FSV/Royn | 3 | 0 | 0 | 3 | 0 | 25 | 0 |
Mikudagin 26. apríl
EBS/Skála – HB kl. 19.00
Leygardagin 29. apríl
EBS/Skála – Víkingur
07 Vestur – B36
Sunnudagin 30. apríl
KÍ – NSÍ
TB/FCS/Royn – HB











