Nú sleppa trolbátar aftur á landleiðina

Fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur, men garnafiskiskapurin er brúkiligur.

 

Tey fimm partrolarapørini, sum í løtuni eru til fiskiskap, hava smáligan upsafiskiskap.

 

Skipini, sum koma inn at landa, sum næsta vika gongur, fáa eisini nakað av hvítum fiski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey pør eru á gulllaksaveiði, nú vertíðin gott og væl er byrjað. 

 

Ein djúpvatnstrolari er á kongafiskaveiði og kemur møguliga inn at landa síðst í næstu viku. Hin liggur.

 

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap, og teir koma helst báðir inn at landa fyrst í næstu viku.

 

- Trolbátarnir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vísa tey á, at trolbátarnir sleppa aftur á landleiðina at fiska hin 1. mai.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku, og øll fýra skipini hava brúkiligan fiskiskap.

 

Lagt verður aftrat, at øll garnaskipin koma inn at landa í næstu viku.