Tann 1. januar verður barsilsfarloyvið longt seks vikur, úr 38 vikum upp í 44 vikur. Tað boðar Henrik Old landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum frá í dag, og samstundis hevur hann borið eitt uppskot í Løgtingið um at broyta barsilsskipanina.
Fyri ættleiðingarforeldur verður barsilsfarloyvið við barsilspeningi longt úr 46 vikum upp í 52 vikur.
Somuleiðis verður barsilsskipanin broytt soleiðis, at tær tvær vikurnar, pápin kann lata mammuni, verða nú markaðar pápanum.
- Hetta merkir, at pápin ikki longur kann lata mammuni fáa barsilsloyvi tær báðar vikurnar, sum eru markaðar honum, sigur Henrik Old.
- Tað hevur kortini ongan týdning fyri mammuna,tí tíðarskeiðið, ið foreldrini kunnu býta sínámillum verður longt seks vikur, úr 20 vikum upp í 26 vikur.
Kostnaðurin av at broyta Barsilsskipanina, er mettur at verða 13,7 milliónir krónur í øktum barsilsútgjaldi.
Tað verður fíggjað soleiðis, at gjaldið, sum bæði løntakarar og arbeiðsgevarar skulu rinda til barsilsskipanina, hækkar 0,09 prosentstig, úr 0,62 %, upp í l 0,71%.










