Fyri ítróttarfólk eru Olympisku leikirnir tann størsta ítróttarkappingin, sum ein kann vera við í.
- Men, fólk við Parkinson hava ikki kunnað verið við, hvørki í OL, Paralympisku leikunum ella Speciallympisku leikunum, tí tey lúka ikki krøvini fyri luttøku.
Tað veit heimasíðan parkinson.fo at siga í dag.
- Nú fer so felagskapurin Parkinson2Beat í Niðurlondum at skipa fyri The Parkinson Games, sum er OL fyri fólk við Parkinson, har øll við Parkinson kunnu verða við.
Heimasíðan veit at siga, at nógvar ymiskar ítróttargreinar verða umboðaðar, eitt nú frælsur ítróttur, badminton, boksing, spinning, dart og golf.
- Alt eru ítróttargreinar, sum fólk rakt av Parkinson kunnu verða luttaka í.
Á heimasíðuni parkinson, fo verður lagt aftrat, at fyrsta OL-kappingin av hesum slag verður í niðurlendska býnum Eindhoven hin 5.-6. august 2022.
- Til ber at lesa meira og melda seg til her: https://www.theparkinsongames.nl/ verður lagt aftrat.











