Nú sleppa føroyingar at uppliva Liv & Maddie

Liv & Maddie sendirøðin, ið føroysku Baroli Music hava skrivað eyðkennislag til, hevur frumsýning í Norðurlondum í morgin.

Liv & Maddie sendirøðin, ið føroysku Baroli Music hava skrivað eyðkennislag til, hevur frumsýning í Norðurlondum í morgin.

 

Herfyri stóð at lesa um, at føroyska sangskrivingar-verksmiðjan hjá Bárði Háberg og Óla Jógvansson, Baroli Music, hevði skrivað og framleitt eyðkennislagið til nýggju Disney røðina "Liv and Maddie".

 

Umframt at vera eyðkennislag, er lagið eisini útgivið sum staklag av Walt Disney Recordsog hittar á amerikansku Disney Channel, har tað longu er spælt sum videolag yvir 100 ferðir. Tað hevur eisini verið spælt nógv á Radio Disney, sum hevur omanfyri 30 milliónir lurtarar um vikuna.


Røðin byrjaði í USA tann 15. september og har hevur hon longu verið víst fleiri enn 100 ferðir, har hyggjaratølini hvørja ferð hava ligið um 3-4 milliónir.

Sum frálíður fer røðin at verða víst um allan heimin. Hon er m.a. byrjað í Avstralia og Bretlandi. Í morgin kl. 15:50 verður so møguligt hjá føroyskum hyggjarum at síggja røðina við føroysku tónunum. Tá verður hon nevniliga frumsýnd á donsku/norðurlendsku útgávuni av Disney Channel.