Nú sleppa allar kvinnur, sum fáa ávísing frá læka, til kanningar, mammografi, fyri bróstkrabba. Tað upplýsti Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fyri løgtinginum í morgun. Hann sigur, at allar kvinnur, sum hava fingið ávísing til mammografi, eru í ferð við at verða innkallaður til kanningar.
Samstundis er bíðitíðin lítil og eingin, ofta bara nakrir fáir dagar, men í einstøkum førum í mesta lagi upp ímóti einum mánað. Sostatt er at kalla eingin bíðitíð og skipanin er so, at eingin skal bíða meiri enn ein mánað. Hann sigur, at nýggjar leiðreglur vórðu settar í verk, tí talið á kvinnum, sum vórðu sendar til mammografi, var stórliga vaksið. Men tað hevur ikki gingið eftir ætlan og tí eru mannagongdirnar broyttar aftur. Karsten Hansen ásannar, at har menniskju eru, henda mistøk, men at leiðsla og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum leggja rættiliga nógv fyri í royndunum at fáa hetta at virka.
|










