Nú sleppa vit frá at irriterast inn á hetta

Skjótt sleppa vit frá at fløkjast í nógvum ymsum løðarum til fartelefonir, farteldur, og alt annað

Nú skulu allar fartelefonir, farteldur, teldlar, oyratelefonir, og øll onnur, berbar tól, sum verða seld í Evropa, hava sama slag løðara. Tað hava myndugleikarnir í ES nú gjørt av, verður boðað frá í einum tíðindaskrivi í dag.

 

Tað eru nógv, sum eru forsyndað inn á, at hvør einasta fartelefon, fartelda, oyratelefon, myndatól, og alt annað, hevur sín egna løðara, sum bara passar til tað, og ikki til nakað annað. Men nú hevur ES gjørt av, at um tvey ár, á heysti í 2024, skal alt kunna brúka sama løðara. Og tann felags løðarin verður ein USB typa C, sum skal kunna brúkast at løða alt upp við.

 

Somuleiðis skulu viðskiftafólk kunna velja um tey vilja keypa løðara við, tá ið tey keypa berbara, elektroniska útgerð. Í ES hava tey roknað seg fram til, at tilsamans fer hatta gera tað 1,9 milliardir bíligari um árið hjá fólki í Evropa og samstundis tveita vit eini 11.000 tons av løðarum burtur um árið, tí vit fáa ikki brúkt teir longur.

 

Tað eru longu nógvir framleiðarar, sum brúka USB typu C-stikk, men ein av størstu framleiðarunum, Apple, gera tað ikki. Og Apple hevur eisini stríðst ímóti nýggju reglunum, men myndugleikarnir í ES hava gingið ímóti elektronikk-risanum.

 

TV2 skrivar, at tað, sum er umfatað av reglunum um felags løðara, er:

 

Fartelefonir

 

Teldlar

 

E-lesarar

 

Oyratelefonir

 

Høvuðsett

 

Hoyriproppar

 

Talgild myndatól

 

Berbar navigatiónstól

 

Knappaborð

 

Berbarir hátalarar

 

Hondhildnar stýristøðir til videospøl