Fólkaheilsuráðið arbeiðir støðugt við at upplýsa um vandar og vansar við royking, tí kanningar vísa ferð eftir ferð, at ov nógvir føroyingar roykja - og eisini nógvir ungir føroyingar.
Millum annað skipar Fólkaheilsuráðið fyri skeiðum, ið skulu útvega fleiri ráðgevar til ungfólk millum 15 og 25 ára aldur í sambandi við royking og roykisteðg.
Eitt sovorðið skeið verður í Havn fyrst í næsta mánaði, har skeiðsluttakararnir fáa grundleggjandi vitan um royking og roykisteðg.
Ólavur Jøkladal, samskipari hjá Fólkaheilsuráðnum, greiddi á Rás 2 frá, hvat skeiðsluttakararnir fara at læra á skeiðnum.










