Nú skulu allir almennir bygningar brúka varandi orku. Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í Umhvørvismálum. Sum støðan er nú, eru tað nógv teir flestu bygningarnir hjá Landinum, sum brúka olju.
Landsstýriskvinnan sigur, at Landið eigur 179 bygningar og tað eru bara einir 17-18 av teimum, ella 10 prosent, sum brúka varandi orku. Skulu vit gera okkara altjóða skyldu at avmarka veðurlagsbroytingarnar, skulu vit hava eitt skjótt og varandi orkuskifti, sigur hon. hon sigur, at hetta er somuleiðis ein partur av orku og veðurlagspolitikkinum, ið Løgtingið hevur samtykt.
– At hita landsins bygningar við olju hevur bæði við sær, at útlátið av vakstrarhúsgassi er óneyðuga stórt umframt at tað er dýrt. Við verandi oljuprísum kann landið í minsta lagi spara 20 til 25 milliónir um árið í rakstri við at leggja um frá olju til varandi orku, sigur hon.
Landsstýrið hevur tí sett sær fyri, at bygningarnir hjá landinum í nógv størri mun skulu brúka varandi orku. Tað sigur seg sjálvt, at Landið, sum eigur so nógvar bygningar, eisini má gera sítt, sigur Ingilín Didriksen Strøm. Hon sigur, at tískil er stundin nú komin til at vit sleppa okkum av við oljuna til upphiting, sigur hon.
Hon sigur, at í hesum sambandi hevur Landsstýrið sett fimm milliónir krónur á fíggjarlógini í ár til endamálið og nú skal Løgtingið so viðgera málið.











