Dagny Joensen
Sum vanlig hevur verið, tá forsætisráðharrin heldur setanarrøðu í Fólkatinginum, verða viðurskiftini í ríkisfelagsskapin nevnd fyri seg.
Í ár segði Nyrup Rasmussen m.a., at stjórnin sum skjótast fer undir politiskar samráðingar um føroyska og grønlendska blokstuðulin fyri 1999.
Viðvíkjandi komandi løgtingsvali í Føroyum og møguliga ynskið hjá føroyingum at broyta heimastýrislógini, er danska stjórnin sinnað at tosa um broytingar í lógini, sum fara at geva føroyingum størri sjálvstýri.
Stjórnin vll taka stig til samráðingar
Danska stjórnin vil tí eftir valið taka stig til samráðingar við føroyingar, har hesin spurningur verður viðgjørdur, segði Nyrup Rasmussen.
Hann nevndi í sama viðfangi bankamálið og uttanlandsskuldina og segði, at danska stjórnin stendur við sítt orð um at finna haldgóðar loysnir, sum føroyska samfelagið kann liva við.
Setningurin í fjør
Hetta eru fyri sovítt nýggir tónar, samanborið við tað, sum Poul Nyrup Rasmussen segði, tá Fólkatingið varð sett í fjør.
Tá segði forsætisráðharrin um rikisfelagsskapin, at hann legði dent á at fáa so tætt og álitisfult samstarv sum gjørligt við allar partar í ríkisfelagsskapinum.
Hann nevndi at føroyski búskapurin var í framgongd, at inntøkurnar vuksu og at arbeiðsloysið minkaði. Vend var komin í fráflyt-ingina og at yvirskot var í Landskassianum.
At enda nevndi Poul Nyrup Rasmussen í setanarrøðuni i fjør. at hann fegnaðist um positivu gongdina í Føroyum, sumhann vónaði fór at halda fram.