Nú skulu prísirnir hjá Strandferðsluni broytast

Prísir við Strandferðsluni skulu javnsetast

Í morgin klokkan 9 verður tíðindafundur í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum um nýggja prísskipan hjá Strandfaraskipum Landsins.

Úr Samferðslumálaráðnum siga tey, at arbeiðið við at endurskoða prísskipanina hjá Strandfaraskipum Landsins fyri at javnseta fólk í ymsu pørtunum í landinum, og at endurskoða prísir fyri útlendsk ferðafólk er nú komið á mál, og verður sett í verk eftir ársskiftið.

Og í morgin bjóðar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið til tíðindafund, har Dennis Holm, landsstýrismaður, fer at greiða frá endamálinum og leistinum fyri nýggju prísskipanini.