Nú skulu onnur enn Rúsan innflyta rúsdrekka

Nýggja landsstýrið fer at gera broytingar í rúsdrekkalógini, sum skulu gagna vinnuni

 

Nú skulu onnur enn Rúsdrekkasølan innflyta rúsdrekka.

Sum skilst ætlar nýggja samgongan at broyta rúsdrekkalógina. Talan verður um størstu broytingar, síðani vit fingu nýggja rúsdrekkalóga fyri 30 árum síðani. Tí síðani tá hevur bara Rúsdrekkasøla Landsins havt loyvi at flyta inn rúsdrekka.

Tað sampakkar illa við raksturin hjá skeinkistøðum, at tey skulu hava eitt alment dýrkandi millumlið, sum Rúsdrekkasølu Landsins.

Tað hevur verið eitt mál hjá Framsókn, síðani flokkurin varð stovnaður, at vit skulu hava fría rúsdrekkasølu í Føroyum. Men tað er ikki meiriluti fyri tí í Løgtinginum. 

Almenni rúsdrekkapolitikkurin er, at tess verri atkomuligheitin er til rúsdrekka, tess minni verður drukkið.

Sum skilst er ikki ætlanin at broyta hetta prinsippið. Men broytingin verður, at tey, sum hava skeinkiloyvi, sjálvi skulu sleppa at flyta inn tað rúsdrekka, sum tey selja. 

Eisini skulu bryggjaríini sleppa at selja allar sínar vørur beinleiðis til brúkaran. Síðani bryggjaríini sluppu at bryggja sterkt øl í 1980, hava tey kunna selt øl við veðr- og gullstyrki. Sjálvt um rúsdrekkalógin síðani er broytt soleiðis, at bryggjaríini kunnu bryggja sterkari øl, so sleppa tey ikki at selja sterkara ølið, sum bara kann seljast gjøgnum Rúsdrekkasøluna.