Nú skulu nøkur helst hava eina sproytu afturat

Støða er ikk tikin til tað enn – men tað er sett í verk í Danmark og vit plagdu fylgja teimum

Í Danmark hava tey tikið søðu til, at nøkur nú skulu fáa tilboð um at fáa eina sproytu afturat fyri koronu soleiðis at tey nú tilsamans hava fingið fýra sproytur. Her er talan um fólk, sum eru so illa fyri, at tey ikki tola at fáa koronu. Tað kunnu vera fólk, sum eru í viðger fyri krabbamein, ella sum fáa aðra viðgerð, sum ger órinsverjuna veikari.

 

Orsøkin er, at sum frálíður verja koppsetingarnar ikk so væl longur, so fyri at styrkja órinsverjuna, eru tað nú summi, sum fáa ta fjórðu sproytuna.  Higartil hava føroyingar fylgt koppsetingar-tilmælunum hjá donskum myndugleikum, so tað fara vit helst eisini at gera í hesum føri.

 

Tummas í Garði, sum er limur í koppsetingarbólkinum í Føroyum, sigur, at enn er málið ikki umrøtt í Føroyum. Men hann væntar, at hetta eisini verður sett í gildið í Føroyum, so tað fer at verða tikið upp.