Nú skulu minstu valstøðini vaksa

Nýggj lóg um løgtings- og kommunuval er send til hoyringar, har millum annað verður mælt til at gera vælstøðini størri.

Almannamálaráðið hevur í dag sent tvey lógaruppskot í almenna hoyring. Talan er um eitt uppskot til løgtingslóg um val til Løgtingið og eitt uppskot til løgtingslóg um val til kommunuval.

 

Í uppskotinum veður millum annað mælt til at hækkað minstu stødd á valstøðum til 100 veljarar. Hetta er fyri at tryggja grundleggjandi rættin til at atkvøða loyniligt. Røddir hava verið frammi um, at tá valstøðini gerast ov lítil, er ov lætt hjá fólki at rokna út, hvussu hvør einstøkur á valstaðnum hevur valt, og tískil er atkvøðan als ikki loynilig. Hetta er so tað, sum ætlanin er at broyta vil hesum lógaruppskotunum.

 

Eisini verður rætturin til brævatkvøðu víðkaður. Harumframt verða fleiri av ásetingunum í lógunum dagførdar og tillagaðar - bæði málsliga, innihaldsliga og tøkniliga.

 

Freistin at gera viðmerkingar inn til lógaruppskotini er mánadagin 26. januar 2015. Almannamálaráðið skipar fyri almennum hoyringsfundi um miðan januar 2015.