Fyri løtu síðan kom Brimil á Tangafjørð, har frystilínuskipið Eivind hevur siglt seg fast á Flesjunum stutt fyri middag í dag.
Hjá MRCC verður sagt, at kavarar nú skulu niður at kanna, hvussu skipið stendur, og hvussu botnurin sær út.
- Tá greiða er fingin á hesum, fer manningin á Brimli at samskifta við skiparan á Eivindi um, hvørji stig skulu takast.
Hjá MRCC vísa tey á, at alt eftir, hvør niðurstøðan verður, verður støða eisini tikin til oljuna, sum er í skipinum.
- Skip er stand-by til at taka oljuna upp úr Eivindi, um tað verður hildið at vera neyðugt, verður lagt aftrat.
##med2##












