Nú skulu foreldur sleppa at syrgja í frið

Foreldur, sum missa eitt barn, skulu nú sleppa at syrgja í frið

Foreldur, sum missa eitt barn, ella sum fáa eitt deyðføtt barn, skulu nú sleppa í sorgarfarloyvi, so at tey kunnu syrgja í frið. Tað er eitt endamál við einum uppskoti, Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum. Hetta merkir, at foreldur, sum fáa eitt deyðføtt barn, ella sum missa eitt barn áðrenn tað er 18 ár, kunnu fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku,

 

Løgtingið hevur áður heitt á Landsstýrið um at bera so í bandi, at foreldur, sum koma í hesa ringast hugsandi støðuna, skulu fáa frið at syrgja, uttan at skula hugsa um at veða sjúkrameldað, ella at hugsa um at søkja um dagpening - ella at arbeiðsgevarin verður álagdur at rinda løn í langa tíð.

 

Tað samtykti Løgtingið í apríl í fjør, tá ið Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, legði uppskot fyri Løgtingið um sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa eitt barn. Tað varð ikki samtykt, men Løgtingið heldur, at hetta er eitt gott hugskot og heitti á Landsstýrið um at arbeiða víðari við málinum, og nú er úrslitið klárt.

 

– Sum samfelag mugu vit geva foreldrum tíð og umstøður at syrgja, sigur Sólvit E. Nolsø, í eini viðmerking til uppskotið. Og hann væntar, at hetta fer at vera ein hjálp hjá foreldrum í eini lívskreppu.

 

Sambært uppskotinum kunnu foreldrini fáa upp í 25.500 krónur um mánaðin í endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku. Og hetta endurgjaldið fáa tey í part í seks mánaðir. Gongst sum ætlað, kemur broytingin í gildi 1. januar næsta ár.