Nú skulu fíggjarkarmarnir leggjast

Áðrenn tann 1. apríl skal landsstýrið leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um fíggjarkarmarnar fyri komandi árini, og landsstýrið fer nú at leggja síðstu hond á arbeiðið.

 

Fyrireikingar eru longu gjørdar, tí landsstýrisfólkini hava lagt fram síni ynski, umframt at nakað er tosað um raðfestingar, men nú skal alt hetta gjøgnumarbeiðast.

Tað verður gjørt við Gjógv, har landsstýrisfólkini og samgonguumboðini í fíggjarnevndini saman við aðalstjórum og embætisfólkum úr fíggjarmálaráðnum til Gjáar fara at gera arbeiðið liðugt.

- Talan er um eitt arbeiðið, ið snýr seg um ar tey næstu árini, men uttan at fara í smálutir við øllum, sigur Árni Gregersen, journalistur á Ting.fo og politiskur eygleiðari, við Rás 2.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Árna Gregersen.