Nú skulu eisini fíggjarstovnar lúka treytirnar um góðan sið í síni marknaðarføring.
Tað merkir, at nú skal Brúkaraumboðið eisini hava eftirlit við virkseminum hjá fíggjarstovnunum í hesum sambandi.
Eitt, hetta hevur við sær, er, at teir skulu ikki geva villleiðandi upplýsingar í síni marknaðarføring
Tí fer Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at nú skal marknaðarføringslógin eisini vera galdandi fyri fíggjarstovnar.
Sum støðan er nú, eru reglarnar ikki galdandi fyri fíggjarstovnarnar
Reglurnar um góðan marknaðarføringssið og um villleiðandi upplýsingar, eru hornasteinar í marknaðarføringslógini, staðfestir landsstýrismaðurin.
Tí heldur hann, at tað er óheppið, at reglurnar ikki eisini eru galdandi fyri fíggjarstovnarnar.
|