Nú skulu bilførarar aftur ansa sær

Tað hevur verið kalt í nátt og tað merkist í morgun

Eftir at tað hevur verið rættiliga lýtt í fleiri dagar, hevur tað aftur verið kaldari í náttt. Tað merkir, at summastaðni hevur tað verið hált í morgun, so løgreglan heitir á bilførarar um at ansa sær.

 

Tey hava fingið boð um eitt óhapp í morgun har ein bilur fór eitt sindur útav við Gøtugjógv, men har var lítil skaði. Tað verður framvegis heldur kølið hesar næstu dagarnar.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stað friðarligt.