Sóttarhaldsreglurnar eru linkaðar, soleiðis at einans smittað skulu í sóttarhald. Tað vil siga, fólk sum hava fingið positivt úrslit av eini skundkanning ella eini PCR-kanning.
– Smittað, ið hava sjúkueyðkenni, verða roknað sum smittufrí og kunnu fara úr sóttarhaldinum, tá sjúkueyðkennini eru burtur. Tó verður mælt til at verða í sóttarhaldi í minst fýra dagar, siga myndugleikarnir.
– Tey, ið eru smittað, men ikki hava sjúkueyðkenni, kunna fara úr sóttarhaldinum fýra dagar eftir at kanningin var positiv.
Tættar kontaktir (húski hjá smittaða) eiga at lata seg kanna við PCR kanning triðja dagin eftir at tann smittaði lat seg kanna.
Aðrar kontaktir eiga at lata seg kanna við skundkanning triðja dagin eftir at tann smittaði lat seg kanna. Er skundkanningin positiv, eigur ein at lata seg kanna við PCR kanning.
– Heitt verður á øll um at minnast til almennu ráðini um gott reinføri og at halda frástøðu, siga myndugleikarnir.











