- Nú havi eg sjálv runnið allar tær fimm ferðirnar, henda Kvinnurenningin hevur verið, so nú helt eg, at mamma og systrarnar skuldu koma við.
Tað sigur Ann Johansen úr Runavík, sum saman við mammuni og tveimum systrum er komin úr Runavík atluttaka í árligu Kvinnurenningini, sum byrjar klokkan 15.00.
- Hetta er ein stuttligt og hugnalig uppliving fyri okkum allar, sigur Ann Johansen.
Mamman og systrarnar hava valt ta sokallaðu gangirutuna, meðan Ann Johansen fer at renna.
- Eg spaseri bara, og tað dámar mær eisin væl. Vit plaga ofta at ganga rundan um Toftavatn, so á tann hátt kanst tú siga, at vit hava fyrireikað okkum, sigur mamman, Ása Gaardbo.
Kvinnurenningin 2013 byrjar við eini felags upphiting klokkan 15.00 á Tórsbreyt.