Tað er ikki bert í Føroyum, at søgan um Stripper-Jackie hevur vakt ans. Morgunblaðið í Íslandi hevur nú greitt sínum lesarum frá hendingini.
 Víst verður til føroyskar miðlar og til danska Ekstrablaðið, sum upprunaliga átti greinina um danska stripparan, ið varð tikiní tollinum á flogvøllinum í Vágum.
 Yvirskriftin hjá Morgunblaðnum er: Þunguð nektardansmær í endaþarmsleit










