Í eina tíð hevur argentinski profilurin hjá Real Madrid, Angel Di Maria, verið settur í samband við eitt skifti til Manchester United. Og nú er tað nógv, ið bendir á, at handilin verður til veruleika fyrst í komandi viku.
Carlo Ancelotti, venjari hjá Real Madrid, váttaði í seinastu viku, at Angel Di Maria ynskti at sleppa úr felagnum. Hetta skilst at vera ein av orsøkunum til at Angel Di Maria ikki var við í hópinum hjá Real Madrid í gjárkvøldið, tá Real Madrid spældi spanskan Super Cup dyst móti meistarunum úr Atletico Madrid.
Skysports skrivar í kvøld, at Angel Di Maria skiftir til Manchester United fyrst í komandi viku fyri góðar 450 milliónir krónur.
Harafturat skrivar Skysports, at tað er fyrrverandi Manchester United leikarin, Cristiano Ronaldo, ið hevur ráðgivið Angel Di Maria til at hava valt Manchester United, og at Angel Di Maria kemur at leika í troyggju nummar 7 hjá Manchester United.










