Tað hevur leingi ljóðað, men nú tykist tað heilt vist. Enski landsliðsleikarin Adam Lallana skiftir frá Southampton til Liverpool.
Les eisini: Liverpool vil hava Adam Lallana
Prísurin fyri enska landsliðsleikarin er £25 milliónir pund.
Adam Lallana spældi farna kappingarár 37 dystir í Premier League fyri Southampton, har hann skoraði 9 mál.
Fyrr í summar hevur Liverpool eisini keypt Rickie Lambert frá júst Southampton. Í seinastu viku seldi Southampton eisini unga evnaríka vinstra bakkin, Luke Shaw, til Manchester United.










