Nú skal Ungarn taka støðu til Svøríki

Tjóðartingið í Ungarn fer skjótt at atkvøða um svenskan Nato-limaskap. Hetta skal gerast fyri toppdfundin í verjusamgonguni, sum byrjar hin 11. juli.

 

Tað var ein avbjóðing hjá Nato-aðalskrivaranum at fáa Turkaland at góðkenna Finnland sum Nato-limaland.

Ungarn skal nú taka støðu til, um landið stuðlar svenskum limaskapi í Nato, og støðan skal takast fyri 7. juli.

 

Tað vísir sambært tíðindastovuni NTB eitt skjal úr tjóðartinginum.

Hin 7. juli er bara nakrar dagar fyri, at Nato-toppfundurin byrjar í Vilnius, høvuðsstaðnum í Litava, hin 11. juli.

Ungarn hevur saman við Turkalandi lagt seg í buktina um svenskan Nato-limaskap.

 

Ungarn og Turkaland vóru eisini tey seinastu Nato-londini, sum tóku undir við, at Finnland gjørdist limur í verjusamgonguni.

 

Øll 31 Nato-londini skulu vera samd um møgulig nýggj limalond, og her er Finnland nú Nato-limaland nummar 31.

 

 

 

 

 

Tað var ein avbjóðing hjá Nato-aðalskrivaranum at fáa Turkaland at góðkenna Finnland sum Nato-limaland.