Nú skal TB venda

Í vikuni hevur TB sett nýggjan venjara, Páll Guðlaugsson, ið skal royna at venja gongdini hjá ellisforsetanum, sum liggur á næstniðasta plássi í Effodeildini og í longri tíð hevur havt ússalig avrik at víst á, so okkurt má henda, skal tað ikki enda við niðurflyting.

Á vitjan kemur ÍF, sum framvegis er næstfremst, hóast talan hevur verið um stigamissir í síðstuni, og lítið man vera at ivast í, at fuglfirðingar síggja dagsins dyst við Stórá sum eitt gott høvi at koma ordiliga á slóðina aftur.

Spurningurin er so, um Páll Guðlaugsson longu frá fyrsta dysti kann seta síni fingramerki á TB og fáa menninar at stríðast yvir evni, ella um ÍF megnar at liva upp til favorittleiklutin og vinna ætlaða sigurin.

Helst verður ÍF ágangandi og fer eftir at trýsta TB, men spurningurin er so, um TB allíkavæl klárar at standa ímóti og svara aftur. Fyrr í ár hava liðini spælt 2-2 við Stórá, og í Fuglafirði vann ÍF við bara einum máli, 4-3.

Klokkan 15: TB-ÍF (Alex Troleis)