Nú skal Løgtingið viðgera eitt uppskot um at stytta arbeiðsvikuna. Seinni í vikuni fer Javnaðarflokkurin nevniliga at leggja uppskot fyri Løgtingið um stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar og tað skal gerast so líðandi upp á nøkur ár. Flokkurin sigur í eini fráboðan, at hetta er aðru ferð, at flokkurin leggur uppskotið fram.
– Tíðin er komin til at gera broytingar, sum gera tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív, siga tey í Javnaðarflokkinum.
Tey sipa eisini til eina nýggja kanning hjá nøkrum fakfeløgum ar niðurstøðan er, at tað eru nógvar fyrimunir við at stytta arbeiðsvikuna. Nakrir fyrimunir eru minni strongd, minni tíðartrýst og betri familjulív.
– Eisini vísir kanningin, at tá ið starvsfólk ikki eru troytt, fáa tey hugsavnað seg um arbeiði, og tí eru tey effektivari størri part av arbeiðstíðini, sigur Javnaðarflokkurin.
Tey siga , at á einum stórum parti av almenna arbeiðsmarknaðin merkir hetta, at hóast fólk arbeiða styttri, verður ikki brúk fyri at seta fleiri fólk í starv á hesum arbeiðsøkinum.
– Við at stytta arbeiðsvikuna fáa vit størri trivnað á arbeiðsplássinum og meira tíð saman við familjuni, sigur Javnaðarflokkurin.