Nú skal landsstýrið hava nýggjan stjóra

Løgmansskrivstovan søkir nú eftir nýggjum stjóra

August 1996: Edmund Joensen, løgmaður, tekur ímóti nýggja løgmansstjóranum, Marjun Hanusardóttir

Marjun Hanusardóttir, sum hevur røkt starvið seinastu 25 árini, fer frá fyri aldur.

– Nú verður sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum persóni at stjórna Løgmansskrivstovuni, skrivar Løgmansskrivstovan.

Løgmansstjórin er ovasti ráðgevi løgmans og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Løgmansskrivstovuni. Hann er eisini fremstur millum ovastu stjórarnar í fyrisitingini og hevur ein serligan leiklut í at tryggja, at samlaða landsstýrisfyrisitingin hongur væl saman.

 

Marjun Hanusardóttir tók við starvinum 1. august í 1996. Tá var Edmund Joensen løgmaður. Hon hevur tænt tilsamans seks løgmonnum, teir eru:

 

Edmund Joensen, løgmaður frá 1994-1998

 

Anfinn Kallsberg, 1998-2004

 

Jóannes Eidesgaard, 2004-2008

 

Kaj Leo Holm Johannsen, 2008-2015

 

Aksel V. Johannesen, 2015-2019

 

Bárður Nielsen, 2019-

 

August 1996: Edmund Joensen, løgmaður, tekur ímóti nýggja løgmansstjóranum, Marjun Hanusardóttir