Kirkjugarðurin í Hósvík er vorðin ov trongur, og nú skal hann víðkast.
Í dag hevur Sunda kommuna undirskrivað avtalu við Martin E. Leo, ráðgevandi verkfrøðingar, um at standa fyri arbeiðnum at útbyggja kirkjugarðin.
- Vit hava gjørt avtalu við ráðgevandi verkfrøðingarnar um at veita ráðgeving, projektering, útbjóðing, eftirlit, byggileiðslu og uppfylging viðvíkjandi útbygging og víðkan av kirkjugarðinum.
Í Sunda kommunu vita tey í dag at siga, at útbyggingin av kirkjugarðinum í Hósvík verður framd í trimum stigum.
- Fyrsta byggistig verður boðið út seinni í hesum mánaðinum, og arbeiðið fer í gongd beinanvegin. 2. og 3. byggistig skulu verða liðug í seinasta lagi 2024, verður lagt aftrat.
##med2##











