Nú skal KÍ vísa sína styrki

FM favorittarnir í HB eru svangir undan klassikaranum í Klaksvík seinnapartin

Tað kiksaði hjá HB í fjør. Tá ið leitað varð eftir tí eina stignum, sum restaði fyri at endurvinna meistaraheitið, so var ein av uppgerðunum, ið tað varð steðgað við, tann í Klaksvík 14. september. Fyrr á árinum hevði HB vunnið 2-0 á heimavølli og 2-1 á útivølli ímóti javnaldranum úr Klaksvík. 14. september vann KÍ 1-0 á heimavølli.

HB hevði leikliga yvirvág og kendi seg hava havt marginalirnar ímóti sær. Higartil í ár hevur tað verið upp á sama máta. HB hevur verið partur av javnleiki á heimavølli ímóti AB og á útivølli ímóti ÍF. Tað er ikki ofta, at tað kemur fyri, at HB vinnur fleiri ferðir á rað:

-Vit hava ikki havt marginalirnar við okkum. Leikliga hevur talan verið um framgongd. Vit kunnu fegnast um, at vit í Fuglafirði fyri viku síðani spældu okkum til nógvar málmøguleikar. Nú eru vit á veg til Klaksvíkar, har okkum dámar væl at spæla. Tað er týdningarmikið at vinna, og so eru vit við í toppinum. Tað fara annars at vera nakrar vikur, áðrenn kappingin fer at laga seg, sigur HB hjálparvenjarin Símun Samuelsen.

Hjá HB hevur Arnbjørn T. Hansen verið eitt sindur ivasamur, men álopsessið verður í fremstu røð í dag.

 

Í Klaksvíks kappingini var KÍ oman á HB í finaluni. Ta ferðina legði heimaliðið stóran dent á verjupartin og skjót mótálop. Soleiðis verður tað ivaleyst aftur hesaferð.

-At spæla ímóti HB er altíð nakað serligt. Øll her norðuri gleða seg til tan dystin, og gongdin higartil gevur okkum orsøk at fara undir avbjóðingina við sjálváliti, sigur miðverjin og liðformaðurin í Klaksvík, Jonas Flindt Rasmussen.

Henry Heinesen og Evrard Blé eru framvegis so mikið plágaðir av skaðum, at teir ikki vera við í dag.

Eftir at hava vunnið fýra stig ímótu uppflytarunum báðum – javnt á útivølli ímóti TB og heimasigur á FC Suðuroy – verður fyrsta sanna styrkisroyndin hjá klaksvíkingum seinnapartin.

KÍ-HB: Lars Müller klokkan 15.00.