Nú skal hesin yvirtakast - og 23 aðrir

Kostnaðurin verður 4,5 milliónir

Myndina av vitanum á Mykinesi tók Erik Christensen

Nú skulu allir vitarnir kring landið verða føroyskir og tað fer landsstýrið nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um.

 

Nú eru vitarnir kring landið danskt málsøki, men samgongan hevur sett sær fyri at yvirtaka teir, og sostatt eisini alla ábyrgdina av teimum.

 

Samgonguskjalið nevnir í fleiri umførum, at sjóvinnuøkið í Føroyum skal mennast. Føroyar skulu bjóða fram fjølbroyttar tænastur til vaksandi skipaferðsluna á okkara leiðum, sjótilbúgvingin skal styrkjast, setast skulu strangastu krøv um umhvørvisvernd, arbeiðsumhvørvi og trygd á sjónum.

 

Og samstundis skulu vit menna eina føroyska farmavinna, sum gongur á odda við burðardygd.

 

Ætlanin er at arbeiða soleiðis, at Løgtingið samtykkir at yvirtaka málsøkini í hesi tingsetuni, sum endar á ólavsøku, men yvirtøkan verður 1. juni næsta ár og hetta næsta árið skal so brúkast fyri fyrireikingar.

 

Yvirtøkan fevnir umframt um 24 vitar kring landið. Yvirtøkan fevnir eisini um onnur sjómerki - men í løtuni hevur Søfartsstyrelsen kortini eingi flótandi  sjómerki.

 

Yvirtøkan fevnir eisini um starvsfólk og alla útgerð, sum er knýtt at vitunum.

 

Við  yvirtøkuni verður  økið um bjarging av skipsrovum ið eru til vanda, ella sum eru til stóran ampa fyri sigling og fiskiskap, eisini yvirtikið.

 

Føroyskir myndugleikar yvirtaka eisini ábyrgdina av avtalum og samstarvinum, sum Søfartsstyrelsen hevur við Arktisk Kommando, MRCC og Landsverk.

 

Arbeitt verður fram ímóti, at bygningarnir, sum eru knýttir at vitaverkinum, verða latnir føroyskum myndugleikum í sambandi við yvirtøkuna. Hetta skal leggjast fyri Fíggjarnevndina hjá Folkatinginum.

 

Við yvirtøkuni fylgja eisini ognir, ið hoyra til vitaverkið og tær eru verdar eina millión. Harafturat koma vitapassarahúsini og tænastubústaðirnir á Eiði, á Borðuni og í Mykinesi, umframt bygningarnir, sum vórðu brúktir til Loranstøð,

 

Í 2018 varð kostnaðurin av at yvirtaka økið mettur at verða 4,5 milliónir krónur. Men nú verður kostnaðarmetingin dagførd og tað er væntandi, at kostnaðurin er hækkaður síðan. Verða 10 prosent løgd omaná, verður kostnaðurin av yvirtøkuni umleið fimm milliónir krónur.

 

At umsita vitaverkið krevur trý fulltíðarstørv, umframt tíggju vitapassarar, sum fáa eina samsýning sum  svarar til eitt fulltíðarstarv.

 

Myndina av vitanum á Mykinesi tók Erik Christensen