Nu skal gullið heim

- Vit hava støðugt víst, at vit taka stig í mest sum øllum dystum, og gera vit tað sunnudagin, so eru vit meistarar, sigur Hans Pauli Samuelsen, sum tó ikki vil tosa nakað gullprát kortini

Fótbóltur

 

Áskoðararnir hjá EB/Streymi vóru bæði væl mannaðir og til reiðar, skuldi gullið komið til høldar móti NSÍ seinastas sunnudag.

Tað gjørdi tað tó ikki, men hóast vónbrotið hjá summum kanska var stórt, so tykist hetta ikki at vera galdandi fyri spælararnar.

- Sjálvandi vildu vit gjarna vunnið. Men vit vistu av, at talan var um ein sera truplan dyst, og tí hugsaðu vit fyrst og fremst um uppgávuna. Og tað var positivt fyri okkum, at vit kláraðu at stríða okkum upp aftur á 2-2. Vit hava gjøgnum alt ár víst, at vit klára at skava stig saman, og gera vit tað aftur hesaferð, so er gullið vunnið, sigur Hans Pauli Samuelsen.

 

Hugsar positivt

Tá tú tosar um EB/Streym, so slepst ikki undan at nevna 2006. Lúrir vandin fyri somu søguni ikki onkra staðni í spælarunum?

- Nú veit eg sjálvandi ikki, hvat hinir hugsa. Men sjálvur havi eg hug at fokusera positivt um hetta. Og eg haldi tað vera sera flott av einum somikið lítlum felag sum okkara, at vit alla tíðina hava hildið okkum í oddinum, hóast tað vónbrotið, sum 2006 gjørdist til, sigur Hans Pauli Samuelsen.

Og skuldi gullið komið til høldar hesaferð, so kann væl illa sigast annað, enn at EB/Streymur hevur hildið sær í oddinum. Tvey silvur, eitt gull (í ringasta føri triðja silvurið) og tveir steypasigrar er tað, sum borðreitt er við síðani 2006, og tað eru væl tey fæstu feløgini, sum kunnu erpa sær av slíkari sigursrøð.

 

Ein vanligur dystur

Og í aðrar mátar tykjast ævigu sannleiksorðini hjá Óla Hansen eisini hava vunnið seg fram til EB/Streym, har Hans Pauli ikki vil hoyra tos um nakra fyrireiking til gullveitslu.

- Vit royna fyrst og fremst at fokusera upp á dystin sunnudagin. Og vit mugu taka hendan sum ein og hvønn annan dyst. Tað gevur so einki úrslit, um vit byrja at hugsa um nakað annað enn akkurát hendan dystin.

- Men vit eru sjálvandi spentir. Alla staðni verður tosað um spæl og úrslit hjá okkum. Við hvørt er tað kanska ov nógv av tí góða, men hinvegin er tað sjálvandi stuttligt, tá fólk eru somiki áhugað. Og stuðulin, sum vit fáa er eisini heilt fantastiskur. Men sum sagt, so er tað fyrst og fremst hesin dysturin, sum hevur týdning her og nú, sigur Hans Pauli.

Og til dystin er EB/Streymur so væl fyri, sum til ber. Sæð burtur frá Briani Olsen, sum spakuliga er byrjaður at venja aftur, men sum nú er burturstaddur, eru allir mans tøkir til dystin. Og so er spurningurin, hvussu venjararnir velja at blanda sær kortini hesaferð.

Hjá B36 er Klæmint Matras aftur tøkur, eftir at hann sat úti við leikbanni seinast. Jákup á Borg hevur verið sjúkur í vikuni, men hann skuldi eisini verið til reiðar at tørna út, meðan Róaldur Jacobsen er burturstaddur við U19-landsliðnum.

 

Mynd: Hans Pauli

- Tað, sum var positivt við 2006, var, at vit ongan tíð fóru niður við flagginum, men hava hildið okkum á toppinum bæði í fjør og í ár, sigur Hans Pauli Samuelsen