Í nýggju útstykkingini verða umleið 34 nýggj grundstykki at byggja á. - Arbeiðið hevur gingið sera væl og verður liðugt í november/ desember í ár, siga tey í Sands kommunu.

Nú skal grundstykkið til barnagarð gerast byggibúgvið

- Vit eru ovurfegin um, at fólk velja at seta búgv í okkara kommunu, og soleiðis er tað eisini hugaligt at síggja, at enn eini sethús nú verða reist.

 

Í nýggju útstykkingini verða umleið 34 nýggj grundstykki at byggja á. - Arbeiðið hevur gingið sera væl og verður liðugt í november/ desember í ár, siga tey í Sands kommunu.

Á eyka bygdarráðsfundi í Sands kommunu herfyri varð einmælt samtykt at taka av tilboði hjá J&K Petersen um at planera og gera grundstykkið til nýggjan barnagarð á Sandi byggibúgvið.

 

- Grundstykkið er keypt frá Jógvani og Marini í Klingruni, og stykkið liggur sum nærmasti granni til nýggju útstykkingina á Skarðsbøi, siga tey í Sands kommunu.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at í nýggju útstykkingini, sum J&K Petersen eru í holt við, verða umleið 34 nýggj grundstykki klár at byggja á um nakrar mánaðir.

 

- Arbeiðið við nýggju útstykkingini gongur sera væl og verður liðugt í november/ desember í ár, verður lagt aftrat.

 

Í Sands kommunu siga tey, at arbeiðið at planera og gera grundstykkið til nýggja barnagarðin byggibúgvið byrjar hálvan august í ár.

 

##med2##

 

- Vit eru ovurfegin um, at fólk velja at seta búgv í okkara kommunu, og soleiðis er tað eisini hugaligt at síggja, at enn eini sethús nú verða reist á Sandi.

 

Loksins er nú nýggjasti parturin av Ovaravegi á Sandi asfalteraður, og her hevur kommunan valt at gera gongubreyt fyri at gera vegastrekkið tryggari.

 

Hetta er samstundis fyrsta gongubreyt á Sandi. Tvær vegbungur skulu eisini gerast á vegnum, eins og tveir lyktapelar skulu flytast.

 

- Vit hoyra javnan frá fólki, sum siga, at vegirnir gjøgnum Sandsbygd er vánaligir, og hetta fara vit at gera nakað við í næstum, siga tey í Sands kommunu.

 

##med3##

 

 

Í nýggju útstykkingini verða umleið 34 nýggj grundstykki at byggja á. - Arbeiðið hevur gingið sera væl og verður liðugt í november/ desember í ár, siga tey í Sands kommunu.

Her er asfalterað, og hetta er fyrsti vegur á Sandi, sum fær gongubreyt.